Myndir: Lyfti HM-steypið í oysandi regni

Hugo Lloris tók móti HM-steypinum í oysandi regni

Frakland hevur nú fingið HM-steypið, sum er endaliga staðfestingin av, at Frakland er heimsmeistari, eftir at hava vunnið 4-2 á Kroatia í finaluni. Tað var liðskiparin og málverjin hjá Fraklandi, Hugo Lloris, sum tók ímóti steypinum.

 

Les eisini: Frakland HM-vinnari í málroki

 

Tað gekk rúm tíð, frá tí at dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, til at HM-steypið var á fronskum hondum. Millum annað fór tað at oysa niður, meðan kroatisku spælararnir tóku móti silvurheiðursmerkjunum.

 

Tá forsetin í FIFA, Gianni Infantino, lat steypið til franska liðskiparan vóru øll á vøllinum plaskvát. Tað gjørdi so eisini, at spælararnir stuttleikaðu sær óført á vøllinum aftaná, við millum annað at tveita seg fram eftir rommum, meðan myndafólkini tóku myndir.

 

Niðanfyri eru nakrar HM-finaluni 2018, sum Frakland vann 4-2 á Kroatia.