Myndir: Landsliðið venur á Tórsvølli

Landsliðið: Tað eru fleiri nýggir spælarar við landsliðnum, og ein nýggjur landsliðsvenjari, sum setti dám á

Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína aðru landsliðsvenjing undir nýggja venjaranum, Håkan Ericson. Tað sást eisini til venjingina, at hetta var ein venjing, ið venjaratoymið hevði planlagt niður í smálutir, tí tað vóru eitt ótal av keylum og statiónum keing allan vøllin. Venjingin var væl skipað og tað gekk skjótt frá einum spæli til tað næsta.

Sum sæst á myndunum, so eru eisini onnur ting, sum eru øðrvísi enn vanligt. UEFA gongur høgt upp í koronareglugerðina og tí var eisini kunnandi fundur undan venjingini, so fjølmiðlarnir fingu greiðu á hvat teir kunnu og ikki. Afturat hesum, so hevur Fótbóltssambandið eisini kravt at eitt nú fjølmiðlafólk og onnur, sum av UEFA ikki eru kravd eftir koronatest, eisini skulu kunnu vísa negativa koronatest, sum er í mesta lagið tveir dagar gomul.

Eftir fleiri ymiskar venjingar á vøllinum, beiv Tórsvøllur ruddaður fyri fólk, tá Håkan Ericson fór at deila upp í tveir partar. Hetta er helst fyri at halda almenningin uttanfyri taktisku ætlanirnar. Her eru myndirnar frá dagsins venjing. Niðast ber til at trýst á myndasavnið við øllum myndunum, sum Álvur Haraldsen hevur tikið á Tórsvølli í dag.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##