Myndir: Kvinna við róðrið avdúkað

Seinnapartin í gjár varð standmyndin Kvinna við róðrið eftir Fridtjof Joensen avdúkað á krossinum við Víkaveg og Kommunubrekku í Klaksvík.

Tað er Føroya Sjómannadagur, ið hevur latið standmyndina gera av eftir einari miniaturu hjá Fridtjofi Joensen.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og helt síðani eina røðu. Eisini greiddi Oliver Joensen, vegna Føroya Sjómannadag, frá um verkætlanina, áðrenn standmyndin varð avdúkað av dóttrini, Bernhardinu Klein. 

Karin Kjølbro, sum í sínum uppvøkstri hevur verið tætt knýtt at Fritjofi Joensen og familjuni, hugleiddi um Fritjof sum persón og listamann. 

At enda takkaði Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fyri og segði millum annað í røðuni, at býlingurin, har standmyndin er staðsett, er merktur av tíðarinnar tonn, og fleiri spor eru viskað burtur. Tí er henda standmynd eitt kærkomið prýðið fyri grannalagið.

Sí myndirnar, ið Dávur Winther hevur tikið, niðanfyri.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##