Myndir: Jólatræið tendrað í Vági

Í dag klokkan 18 tendraði jólatræið í Vági, og samstundis eisini prýðið, ið er á økinum við minnisvarðan miðskeiðis í Vági.

 

Tvøroyrar Hornorkestur setti dám á løtuna við frálíkum tónum, og frelsunarherurin skipaði fyri løtuni, har eisini kakao og bollar vóru at fáa. Dagfinn Olsen las nýskrivaða jólasøgu, og ung í Vágs skúla skipaðu saman við jólamonnum og sløkkiliðið fyri, at jólapakkar vóru at fáa.

 

Í fjør gjørdu vágbingar av at gróðurseta eitt træ, ið verður prýtt hvørji jól, og sostatt slepst undan at keypa eitt træ, ið er felt í útlondum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##