Føroyska A-landsliðið við monnum hevði leikliga yvirvág mestsum allan dystin, men tá avtornaði gjørdist úrslitið javnleikur 1-1 á Daugava Stadion í Riga millum Lettand og Føroyar. Fótbóltssambandið var á staðnum og tók myndirnar, sum kunnu síggjast niðast í greinini.
Heimaliðið kom á odda í 59. minutti við máli sum Kamess skoraði. Men lettiska leiðslan helt sær bara í ein minutt, so stóð aftur á jøvnum. Bólturin endaði hjá Viljormi Davidsen, sum legði væl inn fyri úr vinstru, inni í brotsteiginum var Gunnar Vatnhamar hægstur, og við einum góðum skallara javnaði leirvíkingur til 1-1.
Seinastu løtuna royndi føroyska liðið at leggja trýst á lettlendska málið, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. Tá so lettar fóru í mótálop vóru føroyska verjan og Teitur Gestsson trygg, og høvdu fult tamarhald á støðuni. Fleiri mál komu ikki, og liðini fingu tískil 1 stig í part.
Fyrr á degnum vann Malta 3-1 á heimavølli móti Andorra. Úrslitini hava við sær, at áðrenn seinasta umfar hava Føroyar 11 stig, meðan maltesar eru nummar 2 í bólkinum við 8 stigum.
Harvið er lagt upp til eina veruliga finalu á Ta Qali Stadion á Malta týsdagin 17. november klokkan 19:45 millum Malta og Føroyar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##ms##

















