Tað er ikki á hvørjum degi, at vit uppliva so nógvar kava her á landi.
Um jólini segði Hanus Kjølbro, at eini hvít jól eru so sjáldsom, at tað ivaleyst man vera Disney, sum hevur givið okkum tað fata, at so eigur tað at vera.
Vit fingu eingi Disney jól hesaferð, men til tey, sum saknaðu eini hvít jól, so er dagurin í dag og fyrraparturin í morgin ein kærkomin tíð.
Í gjár brast kavin á og hevur síðani tarnað bæði privatbilum, ruddingarbilum, strandferðslubussum og ikki minst skiparutum hjá strandferðsluni.
Her eru nakrar myndir, sum okkara lesarar hava tikið, sum væl lýsa, hvussu standurin var í gjár og er aftur í morgun.
Hevur tú myndir ella video, sum lýsa veðrið har tú ert, so ert tú vælkomin at senda okkum tað á post(at)sosialurin.fo ella á Facebooksíðuna hjá in.fo.