Myndir: Grimdarregn í Klaksvík

Var veðrið ringt í Klaksvík í gjár, er tað ikki betri í dag. Í allan dag hevur tað regnað av grimd í Klaksvík, har Summarfestivalurin í løtuni verður hildin á áttanda sinni.

 

Nakrar konsertir hava verið hildnar, men tað nógva regnið hevur hildið nógvum fólkum frá at fara á festival. Tó eru nøkur, sum ílatin regnklæði og við regnskjóli í hond hava hættað sær oman í Klaksvíkar miðbý at hoyra tónleik.

 

Síggj nakrar myndir frá øllum tí nógva regninum í Klaksvík í dag.