Fólk njóta hugnaliga stemningin á G! Summi sita á bonkum og eta, onnur lurta eftir Áðrenn Elvis, meðan aftur onnur sita í heitu pottunum. Festivaløkið er ikki steinstappað, men til at vera tíðliga seinnapart er heilt fitt av fólki í Gøtu. Væntast kann, at hæddarpunktið viðvíkjandi tal av gestum verður til sangløtuna og høvuðsnavnið Sister Sledge í kvøld.
Síggj her nakrar myndir av fólki, sum hugna sær á G! í dag.









