Myndir: Góðar umstøður í Wien

Fótbóltssambandið hevur verið við myndatólinum til seinastu venjingina hjá manslandsliðnum undan dystinum í kvøld

Í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin millum Eysturríki og Føroyar, sum verður á Ernst-Happel stadion í Wien sunnukvøldið klokkan 20:45, lokala tíð. Tað er klokkan 19:45 føroyska tíð.

Myndir: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyska ferðalagið kom úr Moldova til eysturríkska høvuðsstaðin fríggjanáttina, og longu beint eftir middag fríggjadagin vóru spælararnir longu á vøllinum aftur.

Umstøðurnar í Eysturríki eru góðar, og sum heild eru allir væl fyri til stóru uppgávuna, ið bíðar á Ernst-Happel stadion sunnukvøldið. Kring leikvøllin er pláss fyri 80.000 á skorðarum, men til dystin hesaferð verður tómt á áskoðaraplássunum.

Landsdysturin sunnukvøldið millum Eysturríki og Føroyar er tann sjeyndi í røðini, síðan føroyska 1-0 sigurin í 1990. Eysturríkar hava vunnið fýra ferðir, og í oktober í 2008 gjørdist úrslitið javnleikur 1-1 á Tórsvølli.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##