Myndir frá leygardegnum

Hóast veðrið fór at arga fyriskiparar og gestir móti kvøldinum, stuttleikaðu fólk sær.

Eftir góðveður teir fyrstu dagarnir í Klaksvík, endaði Summarfestivalurin við nógvum regni og nakað av vindi.

 

Tað er ikki ein óroynd støða hjá fyriskiparunum at koma í, og tískil vóru teir eisini skjótir at flyta framførslur sum best bar til. Stóri pallurin á Vágsbøi varð tikin niður, og tey seinastu stóru nøvnini, millum annað Hermes House Band, vórðu flutt inn í Tjaldið at framføra.

 

Veðrið tykist tó ikki at hava darva góða lagið á Summarfestivalinum í gjár, sum sæst á myndunum hjá okkara myndamanni her.