Í dag var 1. maidagshald á Reyða Torginum í Vestmanna.
Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri 1. maidagshaldi í Vestmanna – og eru tað Vestmanna Arbeiðarafelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, skipa fyri.
Røðarar vóru Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Hanus Kamban, rithøvundur – og
Vestmanna Hornorkestur spældi.
Myndirnar niðanfyri tók Hilbert Elisson.