Myndir: Fleiri túsund børn og ung í veðurlagsverkfalli

Í dag var Ráðhúsplássið í Keypmannahavn fult av fólki, ið krevja broytingar í heiminum - ikki í morgin, men í dag

"Fuck jeres penge - I har klimagæld! Jeres grådighed slår jeres børn ihjel!"

Soleiðis ljóðaði millum annað á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn seinnapartin í dag, tá túsundatals børn og ung savnaðust fyri at fara í veðurlagsverkfall í fýra tímar. 

Unga ættarliðið í Danmark krevur eins og onnur børn og ung úr øllum heiminum at síggja umfatandi broytingar í samfelagnum til frama fyri umhvørvinum og veðurlagnum.

##med2##

Fleiri milliónir hava nevniliga møtt upp til veðurlagsverkføll kring heimin í dag fyri at leggja trýst á veðurlagstoppfundin hjá ST, sum verður í New York mánadagin.

Seinni í dag kemur ein filmur, har vit spurdu nakrar av verkfallsluttakarunum í Keypmannahavn, hví tey vóru farin í veðurlagsverkfall, og hvussu tey halda, at veðurlagskreppan skal loysast. Inntil tá ber til at síggja nakrar myndir frá stóra veðurlagsverkfallinum.

##med3##

##med4##

##med5##

Til ber at síggja enn fleiri myndir við at trýsta á boksina niðanfyri:

##ms##