Myndir: Ein ferð 1000 ár aftur í tíðina

Sigur man Gøta, sigur man gjarna Víkingur. Men í hesum døgum eru aðrir víkingar enn ljósabláu fótbóltsspælararnir at síggja í Gøtu.

Eitt eyðkenni hjá G! Festivalinum, frá tí hann sá dagsins ljós í 2002, hevur verið tiltøkini, sum ikki beinleiðis hava verið knýtt at tónleikinum. Í ár er onki undantak. Uppi yvir hoyggjhúsinum heldur ein víkingalega til, har fólk hava møguleikan at síggja, hvussu fólk hava livað fyrr.

 

Nøkur víkingatelt, ein eldstaður og ein rúgva av víkingakløddum fólkum, sum geva leguni veruligan víkingastemning.

 

Legan er væl gjøgnumførd. Talan er ikki um nakað bíligt koncept, men heldur er hetta professionellir víkingar, sum alt summarið ferðast frá tiltaki til tiltak. Á ein hátt kann hetta síggjast sum eitt modernað og øðrvísi sirkus.

 

Umframt sjálva leguna spæla víkingarnir eisini sjónleik. Millum annað bardust teir við svørum niðri á sandinum, beint áðrenn makrelsuppan varð serverað.

 

Her eru nakrar myndir frá leguni, sum í ein mun vísir, hvussu okkara forfedrar livdu fyri øldum síðan.