Myndir: Deyð fólk liggja í gøtunum í Butja

Ræðuligar myndir av líkum í gøtunum í ukrainska býnum Butja eru farnar kring heimin

 

Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix

Sambært borgarstjóranum í Butja eru fleiri enn 300 íbúgvar dripnir í ukrainska býnum

 

Saman við hinum býunum í Kyiv-økinum er Butja nú aftur á ukrainskum hondum, eftir at russiskar deildir hava herjað býin við kríggi í fleiri vikur.

 

Men tað er ein óhugnalig sjón í gøtunum í Butja.

 

Sambært borgarstjóranum, Anatoliy Fedoruk, eru fleiri enn 300 íbúgvar í býnum dripnir.

 

Tað skrivar Reuters. Journalistar hjá teimum hava verið í økinum, og tíðindastovan hevur greitt frá deyðum sivilum, sum liggja og sløðast í gøtunum.

 

##med2##

 

Á gøtunum liggja leivdir frá fleiri sivilum. Sambært íbúgvum eru tey dripin av russiskum hermonnum undir innrásini, sum hevur staðið við í meira enn ein mánað.

 

Harumframt sigst ein hópgrøv við eina kirkju enn standa opin við hondum og fótum, sum koma undan leirið, sum er tyrvt yvir tey, skrivar Reuters.

 

Bretski uttanríkisráðfrúan, Liz Truss, er »ógvast um ræðuleikarnar í Butja og øðrum býum í Ukraina«. Tað skrivar hon á Twitter.

 

– Frágreiðingar um at russiskar deildir, sum loypa á ósek sivil fólk eru ræðuligar, sigur hon.

 

##med3##

 

– Bretland samstarvar við onnur fyri at savna saman prógv og stuðul frá Altjóða Krígsbrotsmannadómstólinum at kanna krígsbrotsgerðir.

 

Russland nokta, at tey hava lopið á sivil fólk og vísir aftur ákærum um krígsbrotsgerðir.

 

Eisini Mykhajlo Podoljak, sum er ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, hevur tosað um Butja.

 

– Lík við fólkum, sum eru bakbundi, sum eru skotin og dripin av russiskum hermonnum, liggja í gøtunum, skrivar hann á Twitter.

 

##med4##

 

– Hesi fólk vóru ikki í herinum. Tey høvdu eingi vápn. Tey vóru eingin hóttan.

 

– Vit biða um bara um eitt: Gev okkum vápn, so vit kunnu verja tey sivilu. Alt annað gera vit sjálvi.

 

Í eini einstakari gøtu hava journalistar frá AFP eisini sæð minst 20 lík.

 

Anatoliy Fedoruk, borgarstjóri, sigur við tíðindastovuna, at 280 onnur lík eru grivin í hópgrøvum  í býnum.

 

/ritzau/

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix

Líkið av eini deyðari konu, ið sambært íbúgvum varð dripin av russiskum hermonnum, liggur á gøtuni í býnum Bucha. Zohra Bensemra/Reuters/Ritzau Scanpix

Lík liggja á gøtuni í Bucha, sum er í ein útnyrðing úr Kyiv, 2. apríl. Ukrainar siga, at russiskar deildir hava gjørt eina skjóta afturtøku úr norðaru økjunum kring Kyiv og býin Chernigiv. Lík av í minsta lagi 20 monnum í sivilum klæðum lógu á gøtuni, tá ukrainskar deildir tóku býin Buha aftur frá russarum, siga journarlistar hjá AFP Russiskar deildir tóku seg aftur úr fleiri býum kring Kyiv seinastu dagarnar, eftir at tað miseydnaðist russum at taka Kyiv. (Photo by RONALDO SCHEMIDT / AFP)

Ein maður gongur á gøtuni, har fleiri lík liggja á gøtuni í Bucha í ein útnyrðing úr Kyiv eftir at russarar hava tikið seg aftur. (Photo by RONALDO SCHEMIDT / AFP)

(Photo by RONALDO SCHEMIDT / AFP)

(Photo by RONALDO SCHEMIDT / AFP)

Zohra Bensemra/Reuters/Ritzau Scanpix

Zohra Bensemra/Reuters/Ritzau Scanpix

Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix

Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix

Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix

Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix

Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix

Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix

Zohra Bensemra/Reuters/Ritzau Scanpix

ohra Bensemra/Reuters/Ritzau Scanpix