Aftur í dag, fríggjadagin 6. desember, var tiltakið Brúgvakaffi í hølunum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Hetta var seinasta tiltak av hesum slag í hesum árinum.
Uppmøtingin var góð, og her vóru fleiri menn, bæði yngri og tilkomnir, sum høvdu eina hugnaliga løtu saman aftur við kaffi og góðum aftur við.
Næsta tiltak hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður ársaðalfundurin, sum verður á Hotel Hilton hin 28. desember.
Vit vóru ein túr framvið í morgun, tá Brúgvakaffi var, og her tóku vit nakrar myndir.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##