Myndir av naknum kvinnum á veg í rættin

Føroya rættur skal nú áseta ein dag til at viðgera eitt mál um myndir av naknum kvinnum í netinum

Myndir av naknum ella lættkløddum føroyskum ungum kvinnum hava eina tíð ferðast á netinum, og herfyri varð málið meldað.
Kriminalpolitiið brúkt ikki langa tíð um at kanna málið, sum longu er sent rættinum.
Ein persónur er skuldsettur, upplýsir kriminalpolitiið.
Sosialurin hevði eina grein um evnið í seinastu viku. Harvvarð nevnt, at fleiri vinmenn høvdu verið um at savnað myndir av 16 til 26 ára gomlum kvinnum, út við 80 myndir samanlagt.
Bara ein persónur er tó skuldsettur.
Áður hevur Føroya rættur sagt dóm í slíkum málum.
Í oktober 09 fekk ein 14 daga treytaða heftisrevsing og at skula gjalda órættaða 5.000 krónur í tort og sviða.
Í feburar í fjør fekk ein annar persónur 14 daga treytaða fongsulsrevsing við royndartí í eitt ár og møguliga at skula vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini.
At leggja myndir av naknum fólkum er brot á grein 264.d í revsilógini.