VW Golf eru serliga kendir fyri kvalitet, góðan brúktbilaprís og fyri at teir í útsjónd broytast sera lítið fyri hvørt modellskifti. Soleiðis er eisini hesaferð. Hóast talan er um ein heilt nýggjan bil, skal eingin vera í iva um, at tað ein Golf.
Lyklaorðini fyri nýggja Golf eru t.d. trygd og komfort á høgum støði og tað at bilurin er ljóðleysur, umhvørvisvinarligur og økomoniskur. Stórt úrval av TDI dieselmotorum og TSI og FSI bensinmotorum verður at velja ímillum, og automatisku girkassarnir verða antin 6- ella 7-trins DSG (Direct-Shift Gearbox).
Síðan VW Golf avloysti VW Bobluna í 1974, eru framleiddir 26 milliónir Golfar.
Hesin nýggi verður tann sætti í røðini síðan 1974. Golf er tann mest týðandi bilurin hjá Volkswagen.
Nýggi VW Golf kemur á marknaðin fyrst í komandi ári.
mg.