Myndir: Argentina heimsmeistari í fótbólti

Myndir: Anne-Christine Poujoulat/AFP/Ritzau Scanpix

Argentina er heimsmeistari í fótbólti. Tað var staðfest Í HM finaluni í Qatar seinnapartin eftir øgiliga dramatiska finalu ímóti Fraklandi. Argentina var frammanfyri 2-0, men síðsta korterið undan leikloki svaraði Frakland aftur og so var 2-2 og neyðugt við logdari leiktíð.

 

Í longdu leiktíðini legði Argentina seg á odda 3-2, men Frakland reisti seg enn einaferð, tá ið Kylian Mpappé skoraði fyri triðju ferð og harvið var meistari fyri hattrikki – tað fyrsta í HM finalu síðani 1966.

 

So var neyðugt við brotssparkskapping, og tá ið hon var av, var Argentina samantaldur vinnari við málmuninum 7 – 5.

 

Hetta er triðja ferðin, at Argentina er HM vinnari. Fyrsta ferðin var á heimavølli í 1978, og onnur ferðin var í Mexico  í 1986.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med0##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

##med29##

 

##med30##

 

Myndir: Anne-Christine Poujoulat/AFP/Ritzau Scanpix