Myndir AB-ÍF: Annaðhvørt steyp stendur eftir á ólavsøku

Tað er nú 18-9 til heimaliðini á ólavsøku. Argjamenn vunnu sítt triðja ólavsøkusteyp í gjár

AB spældi í gjár 2-2 javnleik móti ÍF í fyrsta ólavsøkudystinum í ár. Eftir dystin var brotssparkskapping, sum argjamenn vunnu. Bjarti Vitalis Mørk, sum eisini bjargaði brotssparki í dystinum, bjargaði tvær ferðir frá fuglfirðinum, meðan argjamenn umsettu hvørja ferð úr 11 metrum.

Tað eru nú tíggju ár síðani, at seinasta steypafinalan var á ólavsøku. Tað var í 2009, tá Víkingur vann 3-2 á EB/Streymi. Síðani hevur talan verið um landskappingardystir og her hava heimaliðini, AB, B36 og HB, nú vunnið samanlagt 18 ferðir, meðan restin av Føroyum bara hevur fingið níggju steyp við út høvðusstaðnum

Í dag verður landskappingar- og ólavsøkurdystir á Tórsvølli, har HB tekur móti aldursforsetanum úr TB. Dysturin byrjar klokkan 18. Beinleiðis frásøgn verður á FM1 og á in.fo. Í morgin verður aftur landskappingar- og ólavsøkudystur á Tórsvølli, tá B36 tekur móti Víkingi. Tann dysturin byrjar klokkan 18. Eisini her er beinleiðis frásøgn á FM1 og á in.fo.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##

Tíggju ár við ólavsøkudystum í landskappingini

2010:

HB-B71 1-2

B36-Víkingur 1-3

 

2011:

B36-07 Vestur 1-0

HB-NSÍ 0-0*

HB vinnur brotssparkskappingina

 

2012:

B36-TB 4-1

HB-NSÍ 5-1

 

2013:

AB-EB/Streymur 3-1

B36-ÍF 1-2

HB-NSÍ 3-2

 

2014:

AB-EB/Streymur 2-2*

AB vinnur brotssparkskappingina

HB-B68 6-0

B36-KÍ 2-1

 

2015:

AB-NSÍ 1-2

B36-ÍF 4-0

HB-FC Suðuroy 0-0*

HB vinnur brotssparkskappingina

 

2016:

AB-NSÍ 1-2

HB-ÍF 1-0

B36-Víkingur 0-2

 

2017:

B36-07 Vestur 2-0

HB-KÍ 2-1

 

2018:

AB-FCS/TB/Royn 0-4

HB-NSÍ 0-2

 

2019:

AB-EB/Streymur 1-1*

EB/Streymur vinnur brotssparkskappingina

 

HB-TB 3-0

B36-Víkingur 2-1

 

2020:

AB-ÍF 2-2*

AB vinnur brotssparkskappingina

 

Samanlag:

Tórshavn – Restin av Føroyum: 18-9

 

Betri deildin menn 13. umfar:

Mánadagin 27. juli

NSÍ-KÍ 0-2

Skála-EB/Streymur 1-3

AB-ÍF 2-2*

AB vann brotssparkskappingina um ólavsøkusteypið

Týsdagin 28. juli

HB-TB (18.00) Beinleiðis á FM1

Mikudagin 29. juli

B36-Víkingur (16.00) Beinleiðis á FM1