Myndir: 100 fólk til felagssang í Tórsgøtu

Hvønn týsmorgun er felagssangur í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn, og ein slíkan morgun sita 80-100 fólk og syngja saman

Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn, sum er ætlað mobilum fólkum, sum eru 60+, hevur nógv ymiskt á skránni gjøgnum eina viku - alt árið.

 

Hvønn týsmorgun klokkan 10 er felagssangur, og tá møta vanliga eini 80-100 fólk upp at syngja saman í einari 30-40 minuttir.

 

Eftir felagssangin er kaffi og køkur á skránni. Soleiðis var eisini í morgun, tá In.fo var ein túr inni á gólvinum við myndatólinum.

 

Ein skrá er løgd fyri alla vikuna, og her er nógv meira á skránni enn nakar, sum ikki er kendur í hesum fantastiska umhvørvi, dugir at ímynda sær.

 

Her er fimleikur, kortspæl, maskinbinding, veving, bindiklubbur, horn-og beinarbeiði, og skipað verður fyri gongutúrum - bara fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni.

 

Sambært skránni fyri hesa vikuna, hittast menn í kjallaranum tíðliga seinnapart hósdag, har møguleiki er at gera okkurt handverk - ella bara práta.

 

Í Tilhaldinum er eisini møguleiki at spæla hockey, og hetta tiltak er í Finsen fríggjadag fyrrapart.

 

Sama tíma fríggjadag, sum er tímin millum klokkan 11 og 12, er eisini møguleiki at luttaka í orkestursamanspæli - saman við messing-og træblásarum 60+

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##