Myndin úr Klaksvík var speglvend

Norðmaðurin Trygve Langrusten, sum vitjaði her nakrar dagar, hevði eina ávísa orsøk til at koma til Føroyar og serliga til Klaksvíkar

Tá hann sum skúladrongur gekk í 4. og 5. flokki vóru onkrar myndir í landalærubókini Geografi for folkeskolen, sum høvdu hansara serliga áhuga. Hann setti sær fyri, at hann einaferð í lívinum skuldi vitja júst hesi støð. Eitt var Tingvellir í Islandi og hitt var Klaksvík, sum vóru einastu  myndir úr Íslandi og Føroyum, sum var í bókini.  
 
Í 2000 var hann í Íslandi og tók myndir av Tingvellum, og í ár kom hann so til Føroyar og vitjaði júst á sama staði í Klaksvík, sum myndin var tikin einaferð í 50-unum. Í Klaksvík fekk hann trupulleikar við at finna økið, har myndin var tikin. Tað vísti seg at myndin í landalærubókini var speglvend, men hann fekk góða hjálp frá klaksvíkingum á staðnum.
 
Trygve Langrusten er 53 ára gamal og býr í bygdini Heidal. Hann arbeiðir sum umsjónarmaður á einum skúla í Gudbrandsdalinum. Hann hevur verið við í nógvum revyum har og gjørt fleir sangir og løg.
 
Hann varð so hugtikin av Føroyum og føroyingum at hann yrkti sangin Nabobesøk, sum hann sjálvur hevur gjørt lag til.
 
 
 
Nabobesøk
 
På skolen i min hjembygd, vi hadde mange fag.
Og vi ble full av visdom, på hver en skoledag.
Vi tegnet og vi leste, vi diktet og vi sang.
Og det var ro og disiplin, ja, hele dagen lang.
 
Så kom den dag jeg leste, i læreboka mi.
Om verdens land og riker, med kart og bilder i.
Der så jeg noen øyer, i havet langt der vest.
Da tenkte jeg, at engang skal jeg være der som gjest.
 
Nå endelig kan drømmen, få sin fortjente lønn.
Nå kan jeg se naturen, og du, og du: Så skjønn.
Da smaragdgrønne klipper, som kneiser opp mot sky.
De står som tause vitner, og de vokter bygd og by.
 
Ved havnens mange brygger, ligg båtene i ro.
Det var nok mye verre, da kjempebølgen slo.
Havet er en arbeidsplass, for mang en fisker her.
Med fiskebåten drar de ut, hver dag i allslags vær.
 
Ja, øyene var norske, i mange, mange år.
Og nå så er de danske, men kanskje snart de får:
Selvstendighet fra alle, og endelig bli fri.
Da vil vi være god nabo, ja, helt til evig tid.
 
Kan hende ligger rikdom, langt under havets  bunn.
Kan hende de vil gjøre; det store oljefunn.
For oljen er kan hende, i vikingenes spor.
Og da vil Norge også få, en ekte olje-bror.
 
Tórshavn 8. juli 2006
 
Trygve Langrusten