Myndin í myndini

Við einum hugskoti, um at lýsa fótbóltsdystin, soleiðis sum ein eldri hijabklødd kvinna úr Tansania sá hann og við íblástri frá sjónligu mótsetningunum millum konservativa klædnabúnan og nýmótans tøkni, tók Janus Ortid myndina omanfyri

- Eg legði beinanvegin merki til eldri kvinnuna við iPadinum. Har vóru so nógvir mótsetningar. Hon var minst 60 ár, gekk í klæðum, sum mong halda vera konservativt og afturhaldandi, men hevði samstundis tað nýggjastu tøknina í hondini. Tað fangaði meg, greiðir Janus Ortind frá.

Fyri stívliga tveimum vikum síðani tók hann myndina omanfyri í samband við eina øðrvísi fótbóltskapping í Keypmannahavn, har fótbóltsleikarar úr øllum heimsins heraðshornum vóru savnaðir fyri at fagna, at Tansania hevur verið sjálvstøðugt í fimti ár.

Tansania, Suður Korea, Spania, Kenja, Uganda, Afganistan, Holland, USA, Kili, Danmark og Føroyar. Øll hesi lond vóru umboðað til hesa sokallaðu útiseta HM-kapping, sum taldi 16 lið tilsamans. Eitt samansett lið av vælkendum fótbóltsleikarum og tónleikarum syrgdu fyri, at føroyingar ikki einans vóru til staðar, men faktiskt eisini vunnu kappingina. Havnarmenninir Rókur av Fløtum Jespersen, Páll Mohr Joensen og Jóhan Viderø Gunnarsson, sum allir umboða útisetafótbóltsfelagið ÍF Føroyar í Keypmannahavn, hálaðu saman við argjamonnunum Fróða Hansen og Ragnari Poulsen gullkrónurnar í hús.


Skal siga eina søgu

Í hesi heldur øðrvísi fótbóltskapping vóru eisini nógvar mentanir umboðaðar. Janus tekur fyrst og fremst myndir av tiltøkum, har vinfólk luttaka og tí var hann eisini komin at taka myndir av føroyska liðnum í kappingini.

- Eftir mínum tykki skal ein góð mynd, umframt at vera tekniskt væl úr hondum greidd, eisini siga eina søgu, soleiðis at onnur enn eg eisini fáa okkurt burtur úr henni. Eg var til fótbóltskappingina fyri at taka myndir av føroyska liðnum, men tá eg sá afrikansku kvinnuna standa har og filmað dystin millum Føroyar og Tansania við einum iPad2, sá eg ein møguleika í at lýsa føroysku leikararnar, soleiðis sum hon filmaði dystin. At mín mynd skuldi siga eina søgu í gjøgnum myndina, sum hon tók av dystinum, greiðir Janus frá og leggur aftrat:

- Eg bíðaði leingi eftir røttu løtuni og tók fleiri myndir, inn til eg fekk myndina av myndini. Myndin, tá konan tók mynd av, ikki bara onkrum fótbóltsleikara, men jústi Róki (av Fløtum Jespersen, blðm.).

- Haraftrat havi eg ongantíð áður sæð ein iPad verið brúktan sum myndatól. Tískil gjørdist eg ikki sørt ovfarin, tá eg sá hesa eldri afrikansku kvinnunan í hijab filmað dystin hjá føroyska liðnum við hesum, sigur Janus um myndina.


--

FAKTA:

Janus Ortind er 24 ára gamal og er úr Sørvági. Hann lesur løgfrøði í Keypmannahavn, men tekur nógvar myndir í frítíðini, fyrst og fremst av tónleika- og ítróttartiltøkum, men eisini í samband við onnur tiltøk. Á heimasíðuni www.flickr.com/photos/janus87 eru fleiri myndir hjá Janusi at síggja. Eitt nú myndirnar frá innandurafótbóltskappingini, har myndin omanfyri stavar frá


--

Myndatekstur:

Rókur av Fløtum Jespersen verður her avmyndaður við einum iPad av eini hijabklæddari kvinnu í samband við innandurafótbóltskapping í Keypmannahavn

Mynd: Janus Ortind