Arsenal tapti í gjár heili 5-1 fyri Bayern Munchen í fyrru 1/8 finaluni í Champions League. Nú halda fleiri, at hendan myndin lýsir væl støðuna í Arsenal. Alexis Sanchez fyri seg sjálvan á síðulinjuni.
Les eisini: Bayern og Real í serflokki
Stjørnuspælarin úr Kili hevur leingi verið mettur sum ein spælari, ið ikki er nøgdur við støðuna í Arsenal. Fleiri kalla hann fyri einasta spælara í heimsflokki, sum Arsenal hevur. Eisini hevur hann til tíðir víst sína ónøgd á vøllinum, tá tað ikki gongur sum tað skal.
Avrikið í gjár er eitt tað vánaligasta, sum Arsene Wenger hevur staðið á odda fyri. Einasta ljóspunktið var málið hjá júst Alexis Sanchez, sum í løtuni er í samráðingum um at leingja sáttmála við Arsenal.
Les eisini: Skelkurin í París: Luis Enrique er kroystur
Fleiri viðmerkjarar hava funnist at avrikinum í gjár. Ein teirra er legendariski málverjin hjá Bayern Munchen, Oliver Kahn. Hann sigur við týskt sjónvarp, at hann heldur at Arsenal spælir sum eitt lið, ið ikki virðir venjaran.
- Eg havi aldrin sæð eitt lið spælt so illa. Bayern spældi móti einum liðið, sum er vanlukkuligt uttan bóltin. Teirra spælarar vóru passivir – serliga Mesut Ozil. Tað er sum um, at spælararnir ikki virða venjaran longur, sigur Oliver Kahn.
Les eisini: Sjokk: Paris bankaði Barcelona
Tá tað kemur til Arsenal, so eru tvær síður til søguna. Arsene Wenger hevur vunnið seg í Champions League síðani áðrenn aldarskiftið, men tað er bara eina ferð blivin til eina finalu. Tað var í 2006. Síðani 2010/11 hevur liðið verið í 1/8 finalunum og tapt hvørja ferð. So er spurningurin um tað er gott nokk, um tíðin er farin frá Arsene Wenger og um Alexis Sanchez ynskir at leingja sáttmálan?