Myndatól og fartelefonir

Amerikonsku myndugleikarnir ávara nú flogfeløgini um, at ferðafólk kunnu fjala bumbur í myndatólum, fartelefonum og fløguspælarum

Yvirgangur
Árni Joensen:

Myndugleikarnir í USA fara nú at ávara heimsins flogfeløg um, at tað kann vera vandamikið at lata ferðafólk hava fartelefon, myndatól ella fløguspælara við sær umborð á flogførini.
Sambært sjónvarpinum CNN er amerikanska løgreglan undir einari húsarannsókn komin fram á eitt myndatól, sum vísti seg ikki at vera eitt vanligt myndatól. Inni í myndatólinum var eitt ein sokallað »stun gun«, sum við stórum elektriskum spenningi kann gera eitt fólk fullkomiliga lamið. Tólið varð funnið í einum húsum, sum limir í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda plagdu at halda til í, sigur CNN.
Amerikanska løgreglan heldur, at yvirgangsmenn kunnu finna upp á at fjala bumbur í ymsum tólum og at taka tey við sær umborð á flogfør, sum teir ætla at ræna. Tí fara myndugleikarnir nú at ávara flogfeløgini um vandan.