Jonas Vingegaard gjørdist annars súkklari í søguni at vinna Tour de France kappingina.
Danski Jumbo-Visma-súkklarin vann á vegnum tveir teinar, og hann varð harumframt vinnari av prikkutu fjallatroyggjuni.
Jonas Vingegaard vinnur Tourin við eini fyrimuni upp á 2 minuttir og 43 sekund til slovenan Tadej Pogacar (UAE), sum vann kappingina bæði í 2020 og 2021.
Walisin Geraint Thomas (Ineos), sum vann Tourin í 2018, varð nummar trý, 7 minuttir og 22 sekund eftir Vingegaard.
Tað var aðru ferð, at Jonas Vingegaard súkklar Tour de France. Í fjør varð hann nummar tvey eftir Pogacar.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















