OL í París endaði við siðbundna endahátíðarhaldinum í kvøld á Stade de France.
Fronsku fyrireikararnir upplýsa, at um 9.000 íðkarar luttóku í endahátíðarhaldinum.
Undir endahátíðarhaldinum varð ein lítil fjøld av teimum umleið 45.000 sjálvbodnu, sum hava gjørt OL í París, heilsað og takkað á pallinum.
Thomas Bach, forseti í altjóða olympisku nevndini IOC, helt eina røðu, har hann kallaði OL í París fyri "sensatións" leikir.
Seinni lótu fronsku vertinum komandi amerikonsku vertunum í 2028 OL-flaggið.
##med2##
##med3##
Borgarstjórin í Los Angeles, Karen Bass, fór á pallin saman við einum av størstu OL-ítróttarfólkunum í Amerika, fimleikaranum Simone Biles.
Síðani byrjaði parturin av hátíðarhaldinum, har komandi vertsbýurin setti fram sýning.
##med4##
Hæddarpunktið var tó, at sjónleikarin Tom Cruise varð loraður niður av takinum á Stade de Frances og niður á pallin.
62 ára gamla Mission Impossible stjørnan tók stutt eftir OL-flaggið og drønaði avstað á motorsúkklu.
##med5##
Síðani varð ein montasja spæld, har Tom Cruise, til ljóðið av Red Hot Chili Peppers, skundaði sær burtur á motorsúkkluni og inn í eitt jagaraflogfar, har hann hoppaði úr og prýddi Hollywood-merkið í Los Angeles við OL-ringunum.
Flaggið endaði á Venezia strondini, har Red Hot Chili Peppers, Billie Eilish og Snoop Dogg spældu beinleiðis úr Los Angeles.
##med6##
Harnæst varð OL-eldurin á Stade de France sløktur og Thomas Bach lýsti OL í París liðugt.
/ritzau/