Myndarøð: Sjálvt á ukrainska vígvøllinum halda tey jól

Hóast Ukraina hevur verið í kríggi við Russland síðani februar, verða jólini tó hildin í krígsrakta landinum.

 

Operasangarar úr operaini í høvuðstaðnum í Ukraina, framføra konsertina »Jól í einum bunkara« í eini konserthøll undir jørð í Kyiv. - Foto: Renata Brito/Ritzau Scanpix

Tann 24. december, jólaaftan, eru tað júst tíggju mánaðir síðani, at russiski forsetin, Valdimir Putin, gav gjørt ljós til, at russiskar deildir kundu fara um markið og gera innrás í Ukraina.

Fleiri túsund fólk er síðani tá deyð, og enn fleiri eru særd.

Tað hevur tó ikki fingið ukrainar at avlýsa jólini. Landsins forsetin, Volodymyr Zelenskyj, gjørdi greitt tollaksmessudag, at Ukraina kortini fer at halda jól.

– Vit vilja halda hátíðina. Sum altíð. Vit vilja smílast og vera glað. Sum altíð. Munurin er hesaferð: Vit vilja ikki bíða eftir einum undri. Vit vilja skapa tað sjálv, segði hann í sjónvarpsrøðuni tollaksmessukvøld.

Her eru nakrar myndir, sum vísa, hvussu ukrainar hildu jólaaftan:

/ritzau/

 

 ##med2##

 ##med3##

 ##med4##

 ##med5##

 ##med6##

 

 

Operasangarar úr operaini í høvuðstaðnum í Ukraina, framføra konsertina »Jól í einum bunkara« í eini konserthøll undir jørð í Kyiv. - Foto: Renata Brito/Ritzau Scanpix

Ortodoskir prestar leiga eina samkømu gjøgum jólaaftan í høvuðstaðum í Ukraina, Kyiv. - Foto: Valentyn Ogirenko/Reuters

Ukrainar ganga framvið einum jólatræ í miðbýnum av krígsherjaða býnum Mariupol í syðra partinum av Donestsk – ein av landspørtunum, sum Russland hóast altjóða atfinningar sigur seg hava lagt undir seg. - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix

Hernaðarpersturin Faðir Oleksandr gongur fram við ukrainska hermótinum í norðrara parti av Kharkiv økinum, sum hevur mark til Russlands. - Foto: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix

Dukkuførar úr einum sjónleikarhúsi í ukrainska býnum Kharkiv framføra eitt dukkuteatur fyri hermonnum í ukrainska herinum á hermótinum í Kharkiv. - Foto: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix

Jólatræ í eini skotgrøv í Dnipro, so ukrainskir hermenn kunnu fáa eitt sindur av jólahugna. - Foto: Clodagh Kilcoyne/Reuters