Myndareportaga: Vit hava hildið fast í siðvenjuni

– Eri uppvaksin við at fara burtur í haga væl fyri vanliga fjalltíð um heystarnar at taka eitt lamb. Vanliga var tað eitt gimbrarlamb, og komst tað av, at tað kemur væl við hjá einari gimbur at kunna sleppast í góðari tíð áðrenn veturin, sigur Jákup Pauli Johannesen um túrin í Skarðhaga fyrst í september. Sí flottu myndirnar her

– Eri uppvaksin við at fara burtur í haga væl fyri vanliga fjalltíð um heystarnar at taka eitt lamb. Vanliga var tað eitt gimbrarlamb, og komst tað av, at tað kemur væl við hjá einari gimbur at kunna sleppast í góðari tíð áðrenn veturin, sigur Jákup Pauli Johannesen, sum aftur í ár var í Skarðhaga á Hellunum, har hann er røktingarmaður, og tók ein av seyðunum, sum gongur har, fletti hann og bar hann heim. Seyðurin varð síðani heilgrillaður og øll familjan boðin til døgurða, tá pápi Jákup Paula, Evald Johannesen, fylti 93 ár 3. septemeber.

– At taka smátt er gomul siðvenja, og vit hava hildið fast við hesa siðvenjuna, sigur hann.

– Eg minnist mangar slíkar túrar sum smádrongur og hálvvaksin saman við pápa og yngra beiggja mínum, og altíð eydnaðist tað at fáa tikið lambið, ið farið varð eftir. Tey seinnu árini hevur tað fyri tað nógva verið eitt tvílembulamb. Vit royna at gera væl við seyðin – millum annað við at føða inni um várarnar, og blíva flestu ærnar rættiliga spakar, sigur hann.

Gongur mann nógv burtur í haga og ongantíð kløkkar seyðin kemur hann heilt til og lombini við, so tað liggur væl fyri at taka eitt lamb úr fylginum.

– Fyrr var at reka ær og lamb í tippi ella rætt og so leiða lambið heim at fletta, og kundi tað vera møðsamt og tvørligt og ringt fyri seyðin. Seinnu árini hava vit bara tikið lambið mitt í haganum og flett tað har. Tá lambið er tikið, kústa vit fylgið burturfrá og fletta lambið – reinari og vakrari flettingarrúm fæst ikki, greiðir Jákup Pauli Johannesen frá.

Tá lambið er flett verður tað tikið sundur omanfyri mjóryggin, bakparturin stungin við mjórygginum fyri inn í bringuna og alt koyrt í ein plastposa, og so í ein góðan ryggsekk og til gongu. Hetta ger tað munandi lættari at fáa til hús og í hjallin, har tað helst skal hanga í eini tvey samdøgur.

Góður matur hevur eina søgu, og best er hann í góðari samveru - ikki minst hugnaligari familjusamveru. Tað er vert at gera sær ómak við.

– Tað, at pápi okkara hevur føðingardag 3. September. haldi eg hevur stuðla undir at gera nakað burturúr og savna familjuna til eina gjóða máltíð. Einki er jú sum føroyskt lambskjøt, og verður tað rætt handfarið og gjørt til fæst ikki betri biti. Ikki minst tá tað úr øllum ættum koma fólk við øllum góðum tilhoyri: nýupptikin føroysk kókað, ovnsteikt og rómabakað epli, føroyskar røtur og gularøtur og annað grønmeti, súltað rót og reyðkál, og mangt annað, sum verður tilgjørt við nærlagni, sigur hann frá.

Sí myndirnar frá túrinum niðanfyri, sum Klara Johannesen hevur tikið:

 

Seyðurin er spakur, gløggur og forvitin. Teir ganga regluliga í haganum, so seyðurin kennir røddina á Jákup Paula. Seyðurin kemur rennandi til og væntar sær eitthvørt gott úr posanum.
##med2##

 

Tá ið tað útvalda lambið er komið til, trívur Jákup Pauli eftir tí. Fylgið verður kveistrað burtur, meðan Jákup Pauli bindur lambið niður og ber tað yvir á eitt stað, har tað er gott at standa og eitt sindur av lívd fyri tí tráa útsynninginum – hann stakk júst vesturum
##med3##

 

Vindur og regn - Kristmar E. Johannesen, Pól í Skorini og lítli Dávur bíða til blóðrunnið er.
##med4##

 

Flett verður á vøllinum.
##med5##

 

Løkur er skamt við og teir vaska sær hendurnar áðrenn farið verður til gongu.
##med6##

 

Kristmar hevur innvøl og skinn í balju. Longri niðri hómast Pól við hvítum sekki, har krovið og mørurin varliga er lagdur í.
##med7##

 

Tveir dagar seinni varð krovið heilgrillað. Restin av matinum er gjørdur av ymiskum familjulimum. Gularøtur og røtur eru keypar av Sandi og eplini eru úr veltuni hjá Kristmari.
Veitslan varð hildin inni hjá Kristmar og Rutt í Klaksvík. Á myndini eru Durid Johannesen og Daysie Johannesen.
##med8##

 

Kjøtið verður skorið, meðan familjan hyggur at
##med9##

 

Evald Johannesen varð 93 ár 3. September
##med10##