Norðurkorea hátíðarhelt í gjár 75 ára dagin hjá kommunistaflokkinum við eini stórari hernaðarskrúðgongu í høvuðstaðnum Pyongyang.
Her var millum annað ein nýggja rakett víst fram. Ein rakett, sum serfrøðingar síðani hava lýst sum ta fyrstu av sínum slag í heiminum.
Niðanfyri síggjast myndir frá sýningini:
/ritzau/
##med2##
Undir hernaðarframsýningini vórðu vápn og herenn víst fram fyri teimum hægstu í Norðurkorea. - Foto: KCNA VIA KNS / AFP/Ritzau Scanpix
##med3##
Hernaðarframsýningin verður mett sum eini ótvískiljandi boð tl USA, Suðurkore og Japan, sum leingi hava lagt trýst á norðurkoreanska stýrið fyri at steðga kjarnorkuætlanum sínum. - Foto: KCNA VIA KNS / AFP/Ritzau Scanpix
##med4##
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (í miðjuni), helt røðu undir hernaðarframsýningini. Her sæst hann saman við fleiri høgtstandandi persónum úr norðurkoreanska arbeiðaraflokkinum. - Foto: Kcna/Reuters
##med5##
Fleiri túsund norðurkoreanskir hermenn vóru við í hernaðarsýningini. Eingin – hvørki hermenn ella gestir – høvud masku ella hildu frástøðu. Sambæart norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, er eingin smittaður við koronuvirusi í landinum, sjálvt um serfrøðingar fyrr hava sagt, at tað er ósannlíkt. - Foto: Kcna/Reuters
##med6##
Sjónvarpsmyndir frá norðurkoreanska stats-sjónvarpinum vísa eina nýggja rakett á einum lastbili, áðrenn Kim Yong-un vísti hana fram. Serfrøðingar hava lýst rakettina sum ta størstu av sínum slag í heiminum. - Foto: KCNA VIA KNS / AFP/Ritzau Scanpix
##med7##
Í skrúðgonguni vóru eisini næstformaðurin í hernaðarnefndini í Norðurkorea, Ri Pyong-chol (til vinstru). - Foto: KCNA VIA KNS / AFP/Ritzau Scanpix