Myndarøðin av Føroyum var hin besta

4676 myndafolk úr 132 londum kappaðust um heiðurin

Vinnarin av Altjóða "ZEISS Photography Awards" 2017 var belgiski Kevin Faingnaert, sum vann heiðurin fyri myndarøðina, sum hann hevði tikið í Føroyum, skrivar heimasíðan imaging-resource.

 

Røðin, sum hann vann prísin fyri kallast "Føroya" og lýsir lívið á avskordum plássum í Føroyum. Vinningurin hjá Kevin Faingnaert er Zeiss linsur fyri góðar 83.000 krónur og góðar 20.000 krónur í ferðapeningi, sum skal brúkast til myndaverkætlan. 

 

4676 myndafolk úr 132 londum kappaðust um heiðurin, og heili 31000 myndir vóru í umboði, skrivar heimasíðan imaging-resource.

 

Les alla greinina her