Myndaódn er ávegis

Fyri fimtu ferð verður Myndaódnin hildin. Í ár er framsýningin merkt av, at Bárður Jákupsson verður 70 ár um góðan mánað

Aftur í ár verður høvi hjá listaáhugaðum at uppliva ein sannan meldur av list á teirri árligu Myndaódnini. Myndaódnin er framsýning við einum úrvali av verkum, sum eru framleidd í Steinprenti í brátt farna ári. Hetta er fimtu ferð, Myndaódnin verður hildin, og framsýningin í ár verður merkt av eini serframsýning við prentum hjá Bárði Jákupsson, sum verður heiðraður, nú hann fyllir 70 ár Tollaksmessudag. Eisini verða myndir hjá Tóroddi Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Andreas Schulenburg, Erik Heide, Anne Riis Bovbjerg, Svend-Allan Sørensen, Kristian Devantier, Claus Carstensen, Julie Sass og John Kørner við á hesi framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 22.nov. klokkan 16.

 

 

Myndaódnin stendur við til 20.jan.