Myndakona í fokus

PORTRETT. Judith Johannesen á Toftum hevur júst flutt myndastovu sína í størri og betri høli í Saltangará. Toftakonan hevur verið virkin myndakona í 43 ár. Og hon ætlar sær ikki at steðga enn á sinni. Sosialurin hevur vent kúpuni í myndatólinum og latið Judith greitt frá lívinum sum yrkismyndakona hetta drúgva tíðarskeið

Høgni Mohr

Myndir: Hjalma Nielsen


- Eg haldi ikki, at tað var serliga provokerandi, tá ið eg í 1957 fór at læra til fotograf. Hóast eg var kvinna, sigur myndakonan, Judith Johannesen, sum býr á Toftum, men hevur myndastovu og handil í Saltangará. Tá í tíðini vóru longu fleiri konur, sum tóku myndir. Í Vági var Ellen Dahl og í Gamla Bókahandli í Havn var gøtukonan, Kristina, sum kortini ikki var lærd, minnist Judith.

Orsøkin til, at Judith valdi at læra at taka myndir, var, at ongin hevði lært hetta yrkið í Eysturoynni. Hon vildi vera vís í, at hon fekk okkurt at gera, tá ið hon var liðug at læra. Og momman, Malla Olsen, stuðlaði dóttrini í valinum. Men áhugin fyri myndatøku kom longu tá ið Judith var 14 ára gomul. Tá fekk hon eitt Agfa myndatól, eitt sonevnt kassaapparat til gávus. Við hesum einfalda tóli reikaði hon um í haga og fjøllum og tók náttúrumyndir.


Lærdi hjá Bambusi

Hin 8. juni í 1961 stóð Judith Johannesen við einum nýprentaðum sveinabrævið. Á tí stóð, at hon var útlærd í fotograffaget. Lærumeistari var hin so navnframi Bambus í Havn. Judith minnist lærumeistara sín sum ein litríkan persón, hóast tey bert arbeiddu við svart-hvítum myndum. Hon arbeidd sjálvstøðugt í myndastovuni hjá tí lagaliga lærumeistaranum í Havn, og slapp at taka øll sløg av myndum. Eisini umbidnar myndir til bløðini.

Teknisku skúlagongdina avgreiddi hon í einum í Danmørk. Eisini sveinastykkið, sum samanfataði alt tað, ið hon hevði lært hjá Bambusi. Hon var m.a. til próvtøku í ljóslæru og evnafrøði, og hon skuldi sjálvandi vísa kynstur sín við myndatólinum eisini. Í tí sambandinum var hon úti og tók tekniskar myndir av rørum, maskinum og øðrum sjáldsomum evnum og eisini modelmyndir á myndastovuni á Danmark Teknologiske Institut, har skúlin helt til. Alt var enn í svart-hvítum.


Romantiskar myndir

Í dag arbeiðir Judith sum einhvør nýmótans myndamaður. Millum Flash-skipanir, uppbloytingarskermar og ein riðil av Hasselblad myndatólum við harmoniku-ljósverjum, alt stýrt við innreyðum geislingum, gongur gerandisdagurin hjá royndu myndakonuni. Hon hevur júst flutt myndastovuna av Toftum og inn til Saltangará, har hon hevur havt myndahandil í nógv ár. Veggirnir eru prýddir við alskyns romantiskum litmyndum. Ov romantiskum, kundi onkur kanska hildi. Judith kundi eisini hugsa sær, at fólk tordu at vera eitt sindur øðrvísi viðhvørt.

- Eg sakni fólk, sum koma inn við t.d. grønum hári, og vilja hava onkrar meira spennandi myndir, sigur hon, beint tá ið ein eldri maður kemur inn at fáa eina mynd til nýggja koyrikortið. Maðurin er bjartskygdur; hann tekur myndina áðrenn hann hevur verið til læknakanningar. So tað er onki fyri hjá Judith at fáa hann at smíla á myndini, sum verður tikin við einum vanligum Polaroid-myndatóli.


Asymmetriskir skortar

Annars sigur Judith, at fólk eru sera ójøvn at taka myndir av. Summi eru púra rólig, meðan onnur eru alspent og stív. Og útsjóndin er ikki altíð í samsvari við nýtímans fyrimyndir. Ferðandi myndamaðurin, íslendingurin, Breiðdal, hevði eitt kent svar til teirra, ið funnust at portrettmyndum hansara: »Man kan ikke få smukke billeder af grimme skorte«

Judith nikker skiljandi, tá ið hon minnist aftur á skemtingarsama íslendingin, sum ofta var í Føroyum. Og hon minnist eisini eina konu, sum kom at klaga hjá Bambusi, tí hon var ónøgd við myndirnar. Daman, sum tók ímóti ónøgdu konuni hugdi fyrst at myndunum og síðani upp á konuna. Og so brast út úr damuni:

- Oyssus, tær líkjast akkurát!

At summi fólk eru ljótari enn onnur, heldur Judith kortini ikki.

- Tey eru asymmetrisk. Onkur hevur kanska eina stóra nøs, ella er eitt sindur skeivur í andlitinum. Tá ræður um at hava eyga fyri ljósi, og royna at finna rætta vinkulin inn á høvdið. Tað ræður um at fáa tað besta burtur úr, sigur Judith, sum dámar best at taka myndir av børnum, tí tey altíð eru so náttúrlig og frí.


Stutt hjúnarløg

Hóast veggirnir í nýggju myndastovuni í Saltangará eru prýddir við lívsjáttandi og ofta romantiskum myndum av børnum og hjúnum, er tað ikki bara ein ljósareyður heimur at takast við myndatøkur.

Fyrr var ikki serliga vanligt, at hjún fóru hvør til sítt. Men nú kann ganga skjótt báðar vegir. Judith hevur upplivað, at hjún á rættiliga nýggjum myndum, sum hon hevur vaksið og snøggað um av eins listum, brádliga eru farin frá hvørjum øðrum. Beint tá ið Judith skuldi fara at sýna myndirnar fram í glugganum.

- So nú má fylgjast við, sigur Judith, sum sjálv hevur verið gift við Karl Johannesen, byggimeistara í 38 ár.


Eisini daprar løtur

Serligar tungar løtur upplivir myndakonan eisini. Fyrr var púra vanligt, at løgreglan sendi boð eftir Judith, tá ið vanlukkur vóru hendar. Tá skuldi hon taka myndir av vanlukkustaðnum og umstøðunum, sum yvirvaldið skuldi brúka í frágreiðingunum í sambandi við vanlukkutilburðirnar. Hetta kundi eisini vera á miðjari nátt, at hon varð útpurrað, tí hon skuldi út at taka myndir av onkrari vanlukku. Fleiri ferðir varð hon skelkað, men skelkurin kom ikki av álvara fyrr enn eftir, at hon var komin heim.

At blaða í rúgvismikla savninum av negativum, kann eisini krevja sítt. Tá kemur hon ofta fram á myndir av menniskjum, ið fyri stuttum eru farin. Tá kann hugurin fara til stroks við royndu myndakonuni eina løtu.

- Men eitt hitt daprasta, eg havi upplivað, var einaferð, eg júst var heimkomin av ferð. Beint áðrenn eg fór, hevði eg tikið myndir av einari pinkulítlari gentu. Hon var ikki meira enn hálvt ár. Eg minnist, hvussu hon lá og sprellaði á gólvinum, meðan eg tók myndir av henni; hon var so fitt og full av lívi. Men júst afturkomin av ferðini, ið bert vardi 14 dagar, frætti eg, at hon var deyð. Tað var hart, minnist Judith.


Munur á myndum

Men Judith leggur dent á, at starvið sum myndakona er eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingunum. Og hon sigur seg seta stór krøv til góðskuna í arbeiðinum.

At fólk hava lært sítt fak, heldur garvaða myndakonan hava stóran týdning.

- Læran er í dag hálvtfimta ár, men øll kunnu kortini kalla seg fotograf. Var ikki neyðugt at læra, so var man idiot, vissi man fór at læra, heldur hon fyri. Og hon heldur, at nógvar myndir, t.d. nógvar, sum verða prentaðar í bløðum eru ov vánaligar og ofta eisini óhóskandi til heildina.

- Tú lesur kanska um ein politikara, sum úttalar seg um eitt álvarsmál. Í somu grein er mynd av sama politikara, stórbrosandi. Tað er ikki gott. Men síggi eg eina góða mynd, so steðgi eg við hana; njóti hana, tí hon er klár, spennandi og tí hon sigur eina søgu, sum samsvarar við skrivaðu søguna, sigur Judith.


Altíð til arbeiðis

Judith hevur eftir øllum at døma ongantíð frí. Ikki tí, hon og maðurin hava frítíðaráhugamál. Tey eru virkin í gongufelagnum í Havn. Men hvørja ferð, farið verður til gongu, hevur Judith myndatólið við. Kortini kennir hon ikki nakað trýst á sær longur. Fyrr rakk dagurin ikki til. Øll vildu hava Judith at taka myndir. Tá ið teir tríggir synirnir komu heim úr skúlanum, róptu teir bara: Mamma, ert tú inni? Og so svaraði Judith úr myndastovuni ella myrkakamarinum í neðra: Ja!

Tað var nóg mikið, so vistu teir, at momman var heima.

- Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi verið noydd at stríðast serliga nógv, bert tí eg eri kvinna ella mamma. Og eg havi ongantíð verið noydd at spælt maður fyri at náa á mál, staðfestir Judith. Men hon leggur eisini aftur at, at hon hevur ein mann, sum altíð hevur dugað at gjørt døgverða sjálvur!


Heldur fram

Judith veit ikki, hvør skal taka yvir handil og myndastovu, tá ið hon einaferð leggur frá sær. Synirnir eru ikki áhugaðir. Men hon hevur ikki færri enn níggju ommubørn. Tað elsta er 16 ár, og omman er longu farin at royna at lokka við fakinum. Men ommusonurin hevur lyndi at halda, at myndatøkuyrkið er eitt konufak.

Stendur tað til Judith, fáa ommubørnini nógv ár at umhugsa sítt yrki. Hon ætlar sær undir øllum umstøðum at halda fram við fullari ferð. Herfyryi vóru tríggjar fermingar, sum hon skuldi avmyndað; allar í hvør sínari bygd. Fyrst fór hon til Hósvíkar, síðani norður aftur á Skála og at enda til Leirvíkar. Soleiðis hevur hon arbeitt síðani hon lat upp sítt fyrsta myndastovu á Toftum í 1966.