Myndaframsýning á Norðoya Forminnisavni

Aftur í ár skipar Norðoya Forminnasavn fyri eini framsýning á Norðoyastevnu. Talan er hesuferð um eldri myndir úr Norðoyggjum og Eysturoynni, sum danin Johannes Klein tók fyri næstseinasta aldarskifti, umframt at yngri myndir eisini verða at síggja

Framsýning
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Framsýningin hjá Norðoya Forminnasavni er vorðið eitt afturvendandi tiltak á Norðoyastevnu, og verður árið í ár einki undantak í so máta.
Talan er hesuferð um eina forvitnisliga myndaframsýning við myndum úr Norðoyggjum og Eysturoynni, sum danin Johannes Klein tók fyri næstseinasta aldarskifti, tá hann saman við Daniel Bruun ferðaðist her í Føroyum.
Johannes Klein var málari og arkitektur, og hevur í bókini "Fra de Færøske bygder", sum Daniel Bruun gav út í 1929, tekna fleiri tekningar av húsum, úthúsum og øðrum føroyskum bygningsverkum.
Umframt at tekna tók hann eisini fleiri myndir, og eru tær myndirnar millum tær bestu, sum lýsa føroyska gerandisdagin beint undan næstseinasta aldarskifti.
Føroya Forminnissavn hevur fingið gjørt fleiri av myndum hansara í stórari stødd, og eru myndir úr Norðoyggjum og Eysturoynni við á framsýningini hjá Norðoya Forminnasavni, myndir tiknar á Viðareiði, á Skarði, í Haraldssuni og á Oyri.
Á framsýningini verða eisini fleiri aðrar yngri myndur úr Norðoyggjum at síggja. Myndir, sum ikki hava verið so nógv frammi áður.
Framsýningin verður í framsýningarhølinum í neðra, og verður hon opin norðoyastevnuaftan og norðoyastevnudag frá klokkan 17 til klokkan 21, umframt eisini mánadagin frá klokkan 19 til klokkan 21.