Fyrsti dagurin á ársins G! festivali var í gjár, hópin av tiltøkum og konsertum vóru á skránni.
Sera nógv fólk høvdu leita sær til Gøtir í gjárakvøldið og høvdu fleiri á orði at sjálvdan fyrr høvdu tey sæ so nógv fólk hóskvøld á G!.
Bæði á spæliplássinum og á sandinum var so at siga fult við fólkið, stemmningurin var góður og hóast regn til tíðir, var hettar eingin forðing. Skráðin var einans 15 minuttir forskotin, men tað tóktust fólk ikki at leggja nakað í.
Sí fleiri myndir frá kvøldinum her :










