Enn ein málningur er settur til sølu, har pengarnir fara óskerdir til børn í fátækaváða. Tað er Hjartvard Skálagarð, sum hevur latið ein málning av beiggja sínum, Hans Skálagarð.
Hans Skálagarð, sum býr í Kalifornia í USA, er víðagitin listamálari, serliga kendur fyri at mála skip.
Hann er føddur 7. februar 1924 í Skúvoy, har hann vaks upp sum eitt av sjey systkjum. Hann byrjaði at mála sum smádrongur og fór tíðliga til sjós.
Hans Skálagarð er ikki hvør sum helst. Gitna amerikanska "Classic Art Gallery", sigur, at Hans Skálagarð av bestu ummælarum í USA verður mettur sum ein "livandi legenda".
Áhugin at mála kom longu, tá hann flotaði holabátar í Skúvoy sum smádrongur, og gjøgnum eitt langt lív á sjónum og sum ferðandi um allan heim hevur hann nomið sær kunnleika, sum er heilt einastandandi á hansara øki. Skipbrot hevur hann yvirlivað ótrúliga fýra ferðir undir seks ára krígssigling.
Amerikanskir ummælarar halda, at tað er ein sjáldsamur admirálur, sum ikki hevur listarverk av Hans Skálagarð hangandi á onkrum veggi. Verkstaður og gallarí hansara, "Skalagard's Square-Rigger" í Carmel í Kalifornia, er kent um stóran part av USA.
Hans hevur havt listaframsýningar frá Singapore til Buenos Aires, í Japan, Italia og øðrum londum. Hann hevur havt óteljandi framsýningar í USA seinastu fimmti árini. M.a. hevur hann havt stórar sýningar í Legion of Honour í San Fransisco, Naval Post Graduate í Monterey í California, Los Angeles County Maritime Museum og Allen Knight Maritime Museum.
Listaverk hansara hanga í stjórnarbygningum í Skandinavia, eins og Hvítu Húsini í Washington hevur prýtt veggir sínar við maritimum málningum hjá Hans Skálagarð.
Hans Skálagarð hevur fingið tann heiður at taka ímóti seks gullheiðurslønum, eini silvur, eini "Statue of Liberty"-heiðursløn, umframt at hann hevur vunnið sær heitið "Maestro" - allur heiðurin latin av italskum akademium. Ævisøgu hansara finnur tú bæði í amerikansku "Who's Who in American Art" og í "Who is Who in the World".
Tað er sum nevnt bróðir Hans Skálagarð, Hjartvard Skálagarð, sum hevur latið málningin, sum er til sølu fyri 50.000 krónur – og fer peningurin óskerdur til átakið »Meðan vit bíða«. Til ber at geva boð við at senda teldupost til wh@in.fo ella við at ringja 341820 ella 216409.
Lesast kann um Hans Skálagarð við at TRÝSTA HER og á Facebook VIÐ AT TRÝSTA HER.





