Mylnutún letur upp í morgin

Við Mylnutúni fáa íbúgvarnir hvør sína íbúð, bygd til endamálið og tørvin.

http://www.google.dk/imgres?imgurl=http://www.health.fo/data/ArticleImages/5e11b95d-6320-4fa5-a0c2-55c307faec7d/f172491a-a707-4b84-be24-68d8e92a21b6.JPG&imgrefurl=http://www.health.fo/index.asp?pID=%7B05ACC61E-5060-49D9-AAC6-8EDB29D5E25A%7D&h=51&w=268&tbnid=_RgV-X7zqdI-wM:&zoom=1&docid=PjfJyGRPLiG8kM&ei=jWNvVOf4F8TcPbGwgMAF&tbm=isch&ved=0CEMQMyg7MDs4ZA&iact=rc&uact=3&dur=687&page=4&start=126&ndsp=48

Hósdagin 19. november fær Almannamálaráðið handað nýggja sambýlið fyri fólk við menningartarni við Mylnutún 7 í Klaksvík frá Landsverki.

 

Í hesum sambandi verður almenn móttøka á sambýlinum við Mylnutún 7 hósdagin 19. november millum kl. 14 og 16.

 

Almannamálaráðið hevur latið sambýlið við Mylnutún byggja.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen fegnast um, at fólk við menningartarni nú fáa eitt sambýli, har borgarnir hava hvør sína íbúð, sum er bygd til endamálið og tørvin.

- Búfólkini á sambýlinum við Mylnutún fáa góðar og virðiligar umstøður og kunnu kenna seg trygg í sínum nærumhvørvi. Við hesum fáa tey góðar fortreytir at liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív – eisini uttan fyri heimið, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Sambýlið við Mylnutún hevur 12 búeindir, allar búeindirnar eru knýttar at einum felagsøki.