Mykinesmálið: 40 dagar fyri hóttanir

Ein maður varð í Føroya rætti í dag dømdur fjøruti dagar í fongsul fyri í tveimum førum at hava hótt fólki eftir lívinum.


Í fyrra førinum er talan um, at maðurin skal hava sent eitt sms til fyrrverandi konu sína, har hann hótti við at skjóta hana innan fjúrtan dagar.


Í rættinum greiddi fyrrverandi konan frá, at hon ræddist ákærda, og hevði einki samband við hann. Men hóast tað eru fleiri ár síðani, at hjúnini skiltust, so sendi ákærdi framhaldandi sms-boð til hana.


Ákærin metti, at talan her var um sms-boð av tí slagnum, ið elva til óttan fyri lívinum, og tí krævdi ákærda dømdan.


Verjin vildi tó hava dómaran at taka atlit til, at ákærdi hevði fingið at vita, at fyrrverandi konan fortaldi fólki, at hann ikki var pápa teirra børn, og tí var hann uppøstur og illur, tá hann sendi sms-boðið við hóttanini.


Fyrrverandi konan greiddi tó frá, at hon einki kennir til, at hon skal hava sagt við onnur, at ákærdi ikki var pápi at børnunum.


Í seinna førinum var ákærdi ákærdur fyri at hava hótt ein mann í Mykinesi sunnudagin 6. mars. Tað hevði verið ein ósemja millum ákærda og tann hótta um seyðahald, ið endaði við, at tann ákærdi hótti við at skjóta hin partin.


Ósemjan botnaði í, at tann hótti hevði seyð standandi í einum hjalli nærhendis húsinum hjá foreldrunum hjá ákærda. Tá tann hótti sópaði undan seyðinum hevði ein rist nærhendis lyndi til at tippast, so at mykjan fleyt inn í túnið hjá foreldrunum hjá ákærda.


Hetta var ein trupulleiki, ið hevði verið í longri tíð, og sum partarnir høvdu tosað um áður.


Ein dagin tá hin parturin kemur til hjallin leggur hann merki til, at hurðin er brotin upp og seyðurin er rýmdur. Hann fer so til ákærda, ið tá hevði drukkið, og spyr hann um hetta og hóttir við at senda løgregluna eftir honum. Til tað svaraði ákærdi, at viðkomandi skuldi skjótast.


Bæði viðkomandi, ið varð hóttur, og kona hansara, vitnaðu í rættinum, at ákærdi annars var eitt friðarmenniskja, ið ikki gjørdi nøkrum nakað. Trupulleikin var tó, at tá hann drakk, so broyttist hann til eitt annað menniskja.


Ákærin metti, at tað var eingin ivi um, at ákærdi hevði hótt hinum partinum eftir lívinum, og talan var um hóttanir av slíkum slagi, ið gjørdi at hin parturin hevði orsøk at óttast fyri lívinum.


Verjin metti tó, at um hugt var eftir størri myndini, so var hóttanin síðstu parturin av einum longri tvídrátti, og at hon fall meðan ákærdi var sterkt ávirkaður av rúsdrekka. Tað átti at tala fyri, at revsingin ikki gjørdist ov hørð, helt verjin.


Dómarin gav ákæranum viðhald í flestu førum, og dømdi ákærda til 40 dagar í fongsul. Orsøkin til, at dómurin ikki var treytaður, var tí at ákærdi hevur tveir dómar frá fyrr av. Fyrru ferð fyri hóttanir, og seinnu ferð fyri hóttanir og harðskap.