Mykinesleiðin

Vísandi til skriving í bløðunum herfyri (Sosialurin leygardagin 11.oktober 2002) skulu vit rætta nakrar skeivleikar, sum eru komnir fyri.

Sagt verður í greinini, at Súlan nærum ikki hevur verið í oynni seinastu 14 dagarnar. Tað er skeivt. Súlan hevur verið tríggjar ferðir í oynni hetta tíðarskeiðið. Ein av hesum túrunum var júst ein eykatúrur, tí siglandi var ikki tann dagin, túrurin átti at vera. Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men havast má í huga, at hesa ársins tíð eru bert tríggir túrar um vikuna sambært ferðaætlanini. At nakrir so eru dotnir burtur ímillum er harmiligt. Líkindini hava verið stak góð alt summar, og bert fáir túrar eru dotnir burtur vegna ring líkindi, men tað hevnir seg nú, tí veðrið hevur verið sera ófantaligt í seinastuni.
Tað eru tvey ting sum avgerða, um túrarnir verða sigldir. Tað fyrra er, hvussu líkindini eru á gjónni, har báturin leggur at. Tað seinna er, hvussu er at fara um fjørðin. Í tí fyrra førinum verður avgerðin tikin í samráð við fólkini í oynni, í tí seinna førinum tekur manningin, sum siglir bátin, avgerðina.
Sagt verður eisini í greinini, at arbeiðstakarin ikki hevur skyldu at gera eykatúrar, tá túrar detta burtur vegna ring líkindi. Sum víst á omanfyri, so hevur hetta kortini verið praksis, tá veðrið hevur verið til vildar og fólk annars hevur verið at ført um fjørðin. Vit hava eisini ein áhuga í at hava góð viðurskifti við mykinesfólk.