Mykines: Manglaði samskiftisútgerð í bjargingarbátinum

Undir sjóforhoyrinum í Føroya rætti í gjár greiddu 1. stýrimaður á Mykinesi, eigarin av ásiglda glastrevjabátinum og skiparin umborð á Baki frá, hvussu teir upplivdu løtuna eftir, at Mykines og Mars rendu saman og til Mars at enda sakk.

 

Beinanvegin tá tað gjørdist manningini á Mykinesi greitt, at teir høvdu rent saman við Mars, leyp 1. stýrimaður, sum var staddur á brúnni, út á brúgvaveingin í bakborð.

- Eg sá tá Mars fara aftur við skipinum. Eg eri rættiliga vísur í, at hann er koppaður longu tá. Meðan vit snara í bakborð missi eg bátin burtur, men tá heldur ein dekkari seg hoyra róp. Tá vit so sløkkja ventilatiónina umborð, hoyra vit týðiliga rópini og fáa sett ljóskastaran á ein mann, sum situr upp á stevninum á Mars, greiddi stýrimaðurin frá.

 

Hann segði, at lítli glastrevjabáturin longu var farin at søkka og einans okkurt um ein metur av stevninum var oman fyri vatnskorpuna.

 

Tríggir mans frá Mykinesi lupu tá í mob-bátin, men av tí at hann kann vera eitt sindur ringur at starta, fóru teir avstað í bjargingarbátinum.

 

Komnir út til Mars fingu teir skjótt mannin á stevninum umborð á bátin og hesin boðaði beinanvegin frá, at ein maður afturat var í sokna bátinum, allarhelst innilæstur í stýrhúsinum.

- Tað harmar meg nógv, at miðlarnir skriva, at so long tíð gekk, áðrenn tað frættist, at tveir mans vóru umborð, tí eg boðaði frá beinanvegin, greiddi eigarin av Mars frá. 1. stýrimaður á Mykinesi, sum eisini var í bjargingarbátinum, váttaði eisini hetta.

- Tað fyrsta hann segði, var at ein maður var eftir umborð á bátinum, segði hann.

 

Í skundinum at sleppa sær í bjargingarbátin, høvdu menninir á Mykinesi tó gloymt at taka radio við sær og teir máttu tí sigla aftur til Mykines við boðunum um, at tveir mans vóru við bátinum. Síðani sigldu teir aftur til Mars og festu enda á hann og sigldu síðani við endanum yvir á Bak, sum var komin til hjálpar. Bjargingarbáturin mátti fleiri ferðir sigla aftur til Mykines við boðum, av tí at teir onga samskiftisútgerð høvdu umborð.

 

Á Baki royndi teir so at draga bátin til sín, í tí vón, at teir kundu halda honum flótandi til Brimil kom.

- Vit høvdu tríggjar endar festar í bátin, ein í fanglínuna á bátinum og tveir í gelendaran. Tíverri slitnaði fanglínan, samstundis sum gelendarin brotnaði av bátinum, og so sakk báturin.

 

Manningin á bjargingarbátinum greiddi frá, at ein av teimum leyp umborð á bátin og royndi at festa endan í alt hann kundi, men av tí, at minni enn ein metur av stevninum nú stakk úr sjónum, var sera lítið at festa í.

 

Sjóforhoyrini vóru liðug um hálvgum ellivutíðina í gjárkvøldið. Sjórætturin bíðar nú eftir nøkrum fleiri skjølum frá Smyril Line og síðani skal rætturin gera niðurstøðu í málinum.