Eins og fleiri onnur líknandi tiltøk, so hevur Summarfestivalurin í ár verið noyddur at høkka atgongumerkjaprísin nakað, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Men talan hevur hinvegin ikki verið um so stóran prísvøkstur, sum vit hava sæð aðrataðni.
Soleiðis vórðu fyrstu atgongumerkini seld fyri sama prís, sum í fjør tó við mvg omaná, og tann príslegan hevur verið galdandi allan vegin.
- Hetta hevur eisini verið rættiliga tilvitað. Vit royna jú eisini at skapa nakað fyri alla familjuna, og tá kann vøksturin verða ógvusligur, um hvørt atgongumerki dýrkar fleiri hundrað krónur, sigur Erik Biskopstø.










