Rumenski Adrian Mutu er enn einaferð tikin fyri nýtslu av ólógligum evnum.
Áleyparin varð á sinni testaður positivur fyri nýtslu av kokain, og hetta kostaði honum drúgt leikbann og eitt sakarmál, har Chelsea hevur kravt 125 millióinr frá spælaranum.
Nú er greitt, at 31-ára gamli Mutu enn einaferð er testaður positivur. Hetta eftir doping-roynd, sum italska olympiska nevndin tók, tá Mutu hevði spælt við Fiorentina móti Bari í Seriu A.
Verður talan aftur um drúgt bann, er líkt til, at Mutu hevur spælt sín seinasta dyst á top-støði.