Muslimskir felagsskapir hótta við hevnd

Tey sameindu hjá USA taka undir við amerikanska álopinum á Irak. Týskland og Russland ganga undan í at mótmæla, og muslimskir felagsskapir hótta við hevnd

Avstralski forsætisráðharrin, John Howard, var ein tann fyrsti at gera viðmerkingar til amerikanska álopið á Irak. Hann endurtók, at Avstralia styðjar USA. Tað sama segði japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi. Eisini stjórnin í Filipsoyggjunum segði seg taka undir við álopinum.
Týskland, Frakland, Russland og Kina hava sum væntað mótmælt álopinum. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Moskva segði, at Russland harmast amerikansku avgerðina, og formaðurin í tjóðartinginum helæt, at tingið eigur at koma saman at fordøma amerikanska álopið.
Í Turkalandi vóru fleiri mótmælisgongur ímóti álopinum, og muslimskir felagskapir í Thailandi, Malaysia og Pakistan funnust hvassliga at amerikansku avgerðini at leypa á. Ein av teimum víðgongdu felagsskapunum í Pakistan segði, at USA fer at iðra seg um avgerð sína, tí við álopinum hevur USA sagt sín egna deyðadóm.
Á Filsipoyggjunum stuðlar stjórnin USA, men muslimsku felagsskapirnir í landinum søgdu í gjár, at amerikanarar skulu ikki kenna seg tryggar í framtíðini, sama hvar teir eru.