Muslimar gráta um Jesus

Heilt óvæntað er filmurin hjá Mel Gibson, um líðing Kristusar, sýndur í arabisku biografunum. Osøkin er, at filmurin har verður mettur at vera anti-jødiskur, skrivar blaðið, Prayer News Alert

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Úr Kuwait frætta vit, at filmurin, The Passion of The Christ, er so væl umtóktur, at allir filmar eru tiknir av skránni.
               At filmurin yvirhøvur er frígivin í muslimsku londunum, hevur loypt hvøkk á fólk. Orsøkina siga tey vera, at filmurin har verður mettur sum anti-jødiskur.
Komandi vikurnar fara túsundtals arabiskir muslimar at síggja rámandi filmin um líðing Jesusar.
               Ein trúboðari í Qatar, sigur, at hann hevur sæð filmin saman við muslimum, sum róptu og grótu og vamlaðust yvir ringu viðferðina, ið Jesus fekk.
               Í bønarbrævi, sum Prayer News Alert sendir út, verður heitt á tey trúgvandi um at biðja og at vera tilreiðar at taka sær av teimum, sum verða ávirkaði av filminum.
                Tað ljóðar, at sjálvt í Saudi Arabia, har eingi filmshøli eru, fara fólk at fáa møguleika at síggja filmin á "pirat kopieraðum" fløgum.
               Millum arabararnar, sum hava sæð filmin, er eisini palistinesiski leiðarin, Yasser Arafat. Eftir filmin úttalaði hann seg positivt, og hevur hetta fingið ísraelsmannin og friðaraktivistin, Uri Avnery, at senda Arafat eitt langt mótmælisskriv. Hann endar bræv sítt við at siga:
               ?Tá friðurin kemur, skulu vit øll møtast í Jerusalem, jødar, kristin og muslimar. Eg veit, at eisini tú, eins og eg, droymir um hetta. Lat okkum vóna, at tað fer at eydnast okkum báðum at síggja hetta við okkara egnu eygum?.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$