Framrokningar vísa, at tey 20 tjúgu árini fara muslimarnir kring heimin at fjølgast munandi meiri enn aðrir jarðarbúgvar.
Tað er stovnurin Pew Forum on Religion and Public Life, sum hevur gjørt framrokningina.
Niðurstøðan er, at tey næstu 20 árini fara muslimarnir at fjølgast 1,5 prosent, meðan vøksturin hjá hinum verður 0,7 prosent.
Tað merkir, at av teimum 8,3 milliardunum, sum fara at búleikast á jørðini í 2030, verða 26,4 prosent muslimar. Í dag eru 23,4 prosent av teimum 6,9 milliardunum á jørðini muslimar.
Í 2030 fara meiri enn 60 prosent av heimsins muslimum at búgva í Asia.
Men muslimarnir fara eisini at fjølgast nógv í Evropa í komandi árum. Pew Forum on Relegion and Public Life sigur, at í 2030 verða 10 prosent av fólkinum í Fraklandi, Svøríki og Belgia muslimar. Í dag er tann muslimski parturin í teimum londunum knappliga fimm prosent.