Á hvørjum ári, dýrabiðidag, savnast øll horn- og harmoniorkestur í Føroyum til Musikkstevnu. Spælarnir gleða seg almikið til Musikkstevnurnar, har tey hittast til álvara og gaman og samstundis er gylt høvi hjá áhoyrarum at fáa kraftmiklan og góðan hornmusikk fyri allar pengarnar.
Musikkstevnan er ein av størstu døgum í árinum hjá spælarunum og kann mest sum samanberast við ólavsøkuna, tá tey – ung sum eldri – hittast at spæla saman og vísa, hvat tey duga.
Orkestrini fáa umleið 15 minuttir í part at framføra síni løg og sum vanligt endar stevnan við eini felagskonsert, har ið kend løg verða framførd.
Fyrsta Musikkstevna varð fyriskipað av Vestmanna Hornorkestri í 1966, og síðani tá hava orkestrini skift um at vera vertir fyri stevnuni, sum hevur verið hildin á hvørjum ári, undantikið í 2020, tá hon var avlýst vegna koronu. Í ár er tað soleiðis 56. ferð, at stevnan verður hildin, og tað er fjórðu ferð, at Eiðis Ljómfelag fyriskipar stevnuna.
Eiðis Ljómfelag, fyrr kallað Eiðis Hornorkestur, var stovnað í 1920 og longu tá vístu eiðisfólk, at tey dugdu annað enn at fletta seyð; tónleikurin hevur ríkað um vanliga lívið í bygdini. Í dag er Eiðis Ljómfelag mannað við tónleikarum úr øllum Sundalagnum og musikkskúlaskipanin er ein dyggur veitari til orkestrið.
Orkestrið spælir til mangt og hvat, millum annað til brúðleyp, guðstænastur, hátíðarhald og onnur tiltøk í øllum økinum.
Á Musikkstevnuni ber til at hoyra Klaksvíkar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarfelag, Fuglafjarðar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, GHM, Havnar Hornorkestur og Eiðis Ljómfelag og harumframt fara vit at hoyra skúlaorkestrini í landinum.
– Vit bjóða øllum vælkomnum til Musikkstevnuna á Eiði, Dýrabiðidag kl. 13.00, skrivar Eiðis Ljómfelag.