Í dag kl 14 – dýra biðidegi – varð árliga musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestini í Føroyum hildin í Klaksvík. Stevnan var í Miðhøllini á Skúlatrøð, har Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs setti stevnuna.
Fyrsta stevnan var hildin í Vestmanna í 1966, árið eftir var hon í Klaksvík, so í Havn og øll orkestrini hava síðani verið vertir fyri stevnuni eftir tørni – hetta er 52. árið á rað, at musikkstevna er, og 8. ferðin at hon er í Klaksvík.
Í ár var eitt orkestur úr danmark, Christianshavn Brass Band, sum Andras Olsen er leiðari fyri, við – Eisini spæla fleiri føringar, sum í flestum føri lesa niðri, við í hesum orkestri. Tey vóru 29 spælarar við í ferðini
Raðfylgjan var henda:
Klaksvíkar Hornorkestur
Fuglafjarðar hornorkestur
GHM
Christianshavn Brass Band
Nes Sóknar Musikkfelag
Eiðis Ljómfelag
Sørvágs Tónleikarafelag
Tvøroyrar Hornorkestur
Havnar Hornorkestur
Ovi Olsen, sum hevur stjórnað Havnar Hornorkestri í 40 ár, varð í mars í ár heiðraður sum og gjørdist heiðurslimur í orkestrinum. Sama hendi í dag, har formaðurin í Meginfelagnum fyri hornorkestrini, Heini Nygaard handaði Ova Olsen ársins herðaklapp vegna felagið – Ovi gjørdist týðiliga rørdur.
Tá íð musikkstevnan var liðug, fóru øll orkestrini útum – norðanfyri skúlan á Skúlatrøð, har tey spældu Our Director, sum siður er á musikkstevnunum.
Ein frálík musikkstevna, sum enn einaferð vísti, at orkestrini stigvíst hækka í støði ár undan ári.