Hugskotið til nýggja musikkskúlan í Havn hevur sín íblástur í staðnum, virkseminum og tí føroysku náttúruni.
Tað er arkitektavirkið Sp/F Kontrast í Havn, sum hevur teknað, meðan SMJ, LBF og HMP Consult eru undirráðgevar.
Byggingin av nýggja Musikkskúlanum varð boðin út í síðstu viku. Hann skal byggjast við Landavegin í Havn, har hann saman við Skúlanum á Fløtum og Glasi verður partur av størsta skúladepli í landinum.
Musikkskúlin er umleið 2.600 fermetrar stórur. Talan er um tveir bygningar, har tann størri hevur øll undirvísingarhøli og skrivstovuhøli umframt framførsluhøli og felagsumstøður annars.
Tann minni bygningurin er orkesturhøli burturav, sum umframt at verða undirvísingarhøli til stór kór og stór orkestur, eisini er konserthøll til uml. 350 áhoyrarar.
Mett verður, at byggitíðin fer at verða umleið 21 mánaðir. Tilboðini verða latin upp 25. november 2016 klokkan 14.00.
Í myndugleikaprojektinum til Musikkskúlan skriva arkitektarnir, at Musikkskúlin tekur byggilistarliga støðið í klettunum í føroyska landslagnum. Byggingin er ein ímynd av tveimum klettum. Bygningskropparnir standa tungir í landslagnum – ein stórur og ein lítil – lið um lið. Stóri kletturin er klovin, og í millumrúminum, skarðinum, kemur ímyndin av einari tidnu ella einum jaspis undan.
– Ein klettur ger ikki mun á teimum vatnrættu og loddrættu flatunum. Tískil er munur ei heldur gjørdur á klæðing av útveggi og tekju, báðir bygningslutir verða álagdir skifer.
– Tó sæst mangan grasvøkstur oman á stóru klettum, lítlar túgvur sum fuglar á varðhaldi hava skapt gjøgnum øldir. Tekjan á Musikkskúlanum hevur hesa ímynd við í byggilistarligu fyritreytunum fyri sniðgevingini av tekjuni, og tískil er tekjan partvís áløgd flag.
Klettar eru mangan eroderaðir og sundursjóðair, tískil er partur av byggilistarligu loysnini at upploysa kubistiska útsjóndina sum tungir bygningskroppar mangan hava. Eisini verður arbeitt við at fáa byggilistarliga hugskotið, at fáa ímyndina av eini gjógv við í bygningsniðið.
Litspælið á klettunum í landslagnum er meira stórsligið enn ein ofta gevur sær far um, og verður hetta partur av byggilistarliga støðinum eisini við litum frá steinmosa sum íblástur. Hetta verður loftað í vindeygasetingini og litsetingini av hesum.
Niðanfyri síggjast fleiri myndir úr verkætlanini: