Nú er veðurhanin aftur farin at mala á Vaglinum. Við sjálvum borgarstjóranum á odda var fyri einum ári síðani mikil goragangur um, at Musikkskúlin mátti ikki byggjast á mentanarøkinum í Sortudíki. Alskyns tekningar og ætlanir flugu um oyruni á fólki við nýggjum staðsetingum í Kommunuskúlanum, við Marknagilsvegin og við Landavegin.
Til endans varð trýst ígjøgnum ein loysn við Musikkskúlanum á einum stykki við Landavegin, sum var grivið út til ítróttarhøll. Hyggjuráðini vóru at flyta projektið fyri skúlan við Norðurlandahúsið út á hetta stykkið við Landavegin.
Arbeitt hevur hetta seinasta árið verið við at laga projektið til ta nýggju staðsetingina. Hon er nú komin so langt, at bæði mentanamálanevnd og fíggjarnevnd Tórshavnar býráðs hava samtykt at bjóða arbeiðið út millum seks arbeiðstakarar, so byggingin kann byrja nakað skjótt og verða liðug næsta summar. Endaliga avgerðin skal takast í sjálvum býráðnum, men har er málið av enn ósøgdum grundum ikki komið á skrá.
Nú frættist, at Musikkskúlin skal ikki longur vera á Landavegnum. Borgarstjórin hevur fingið ein tanka. Og tann tankin er, at Musikkskúlin liggur best á Skálatrøð. Hetta hevur hann kunngjørt á almennari samkomu fyri tónlistaáhugaðum uttan at býráðsins mentamálanevnd ella aðrar nevndir í tí nevndarstýrdu kommununi yvirhøvur eru kunnaðar um nakað.
Ein slík ætlan fer fyri tað fyrsta at seinka Musikkskúlanum nógv. Fyri tað næsta fer hetta at gera Musikkskúlan nógv dýrari. Tað ber neyvan til at brúka projektið úr Sortudíki og av Landavegnum niðri á Skálatrøð. Sostatt eru pengarnir, sum eru goldnir fyri projektið higartil, farnir fyri skeytið.
Og er tað so, sum tíðindi ganga um, at Musikkskúlin við makt og vold skal tvingast saman við eini stórari konserthøll, sum skal matja sjálvan Tjóðpallin, tá hann eina ferð kemur, so er skjótt at rokna út, hvør ið verður við sviðið so. Dentur verður óivað lagdur á hallarstórleikan, meðan tann fitti Musikkskúlin hvørvur úr myndini.
Tá samgongan á Vaglinum ikki longur tekur undir við sínum egna alva um Musikkskúla á Landavegnum, eru helst bestu ráðini at rógva aftur á aftur ætlanina við Norðurlandahúsið. Har ber til at byggja ein góðan Musikkskúla til frama fyri okkara tónleik og tónleikarar, og har stendur skúlin best á miðjari leið millum útryðjurnar í býnum.
Nú rundferðin við Musikkskúlanum tykist skula halda fram, hevði tað sømt seg býráðnum at endað rundferðina, har hon byrjaði.
Jógvan Arge,
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi