Vegna musikkskúlanevndina í Tórshavnar kommunu, Maud Wang Hansen, Forkvinna
-----
Tá tónleikurin tagnar, verða vit øll deyv!
Nógv tosa um musikkskúlan og tey fantastisku avrikini, sum okkara evnaríku børn og ungdómar ferð eftir ferð trína fram við. Nógv verður tosað um, hvussu fantastisk musikkskúlaskipanin er, og hvussu nógvir møguleikar liggja í, at vit kring alt Føroya land hava tilboð til børn og ung á musikkskúlunum. Samanspæl, einstakligafrálæra, kór og orkestur, blásarar og strúkarar, træ- og messingljóðføri, fullsett Norðurlandahús á jólum, á nýggjárinum og nú við Audition - og ikki at gloyma teir evnaríku og tolnu lærararnir, sum dagliga leggja seg eftir at fáa tað besta fram í musikkskúlanæmingunum. Eitt megnar tilfeingi, ein listarligur dýrgripur, sum vit øll eru errin av og góð við. Musikkskúlamiðnám – MUMI – er eitt slóðbrótandi tiltak, sum er sprottið úr Tórshavnar musikkskúla. Í fleiri ár hava næmingar staðið sínar royndir og tikið stig beinleiðis víðari á konservatorium og út í stóra heim.
Musikkskúlin sum mentanarberi er eitt einastandandi dømi um, at vit í Føroyum hoyra heima í fremstu røð, millum tey evnaríkastu í londunum rundanum okkum.
Hóast alt hetta, so hevur musikkskúlin í Tórshavn bíðað í áravís eftir betri kørmum til næmingar og lærarar. Nú sær tað út til, at hetta fer at eydnast. Tórshavnar kommuna hevur játtað pening til arbeiðið at byggja nýggjan musikkskúla. Hetta fegnast vit um í musikkskúlanevndini, tí so hevur arbeiðið hjá nevndini ikki verið til fánýtis. Musikkskúlanevndin hevur stríðst fyri, at nýggjur musikkskúli skal byggjast, tí umstøðurnar sum næmingar og lærarar dagliga virka í, eru á ongan hátt nøktandi í løtuni og hava ikki verið góðar í áravís. Góðar umstøður eru grundarlagið undir einari framtíð við evnaríkum tónleikaspírum – kring alt landið.
Tá musikkskúlabyggingin í Tórshavn nú er sett á skrá, er eftir at hyggja at fíggjarligu umstøðunum hjá skúlanum. Fíggjarligu ábyrgdina hava bæði land og kommunur. Tí hava bæði fíggjarvánirnar hjá landsmyndugleikunum og hjá kommununum týdning fyri, hvussu bíðilistarnir verða røktir. Bíðilistarnir eru metstórir, og tað kemur at taka ár at geva øllum børnunum møguleika at finna, menna og vísa fram síni tónleikaevnir. Í Føroyum er ein hugburður um, at øll børn skulu hava møguleika at sleppa framat tónleikafrálæru. Tað er ikki bert ætlað teim ríku, men øllum. Tí er gjaldið fyri at ganga á einum musikkskúla ikki so høgt. Trupulleikin er bara tann, at bert nøkur heilt fá fáa møguleika at ganga í musikkskúla. Samlaðu tølini av næmingum á bíðilistunum eru 2222 næmingar og í løtuni ganga tilsamans 1650 næmingar í musikkskúlaskipanini kring Føroya land. Bara í Tórshavnar kommunu standa 1759 næmingar á bíðilista. Hetta eitt tal, sum er ógjørligt at ímynda sær, og summi bíða so leingi, áðrenn tey sleppa framat, at tey eru farin til skips ella hava gloymt alt um, at tey einaferð høvdu áhuga fyri tónleiki. Nógv sleppa ongantíð at ganga á musikkskúla.
Í árunum frá 2007 til 2012 var musikkskúlaskipanin skorin við 5 ¼ starvi. Við fíggjarlógini, sum er løgd fram fyri 2013, verður skipanin komandi 4 árini minkað við uppaftur 4 ¾ starvi. Ein minking uppá 10 fulltíðarstørv ella tilsamans 18,43%. Synergieffektin í gjaldsbýtinum millum land og kommunur førir við sær, at musikkskúlaskipanin við hesum sparingum fær mønustingin.
Skipanin tolir ikki hesar sparingar. Hon er langt síðani spard inn á bein, og einki er eftir at taka av. Tónleikalærarar missa síni størv ella verða pínd niður í tímatali, so ikki ber til at kalla starvið eitt starv longur, og eingin møguleiki er at liva av lønini. Næmingarnir á bíðilistunum koma at bíða enn longri og talið gerst alsamt størri. Eitt ómissandi tilfeingi av tónleikaspírum fer fyri skeyti, og Føroya land, sum kundi selt tónleikaligu serkunnleikan kring allan heimin, leggur enn einaferð lok á seg sjálvt og køvir eldhugað listafólk.
So góðu tit, sum eru góð við musikkskúlan, og sum meina, at tónleikurin hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið: Takið hesi turru tøl og fakta til tykkum og geri tykkara til, at døpru útlitini verða gjørd til skammar! Fíggjarætlanin komandi 4 árini fer at køva tónleikin og fer at forða fyri, at enn fleiri evnaríkir ungdómar kunnu bera Føroyar fram á fremstu rók.