Orðaskiftið og eftirlýsingin hjá Musikkskúlanevndini hjá Tórshavnar Kommunu hevur eisini fingið forkvinnuna í Mentanarnevndini í blekkhúsið.
-Tórshavnar musikkskúli verður ikki vallyfti eina ferð afturat. Skúlin er liðugt bygdur áðrenn næsta býráðsval, ljóðar boðskapurin í lesarabrævi frá Helenu Dam á Neystabø.
Forkvinnan í Mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð sigur í lesarabrævinum, at nú er klárt at fara ígongd:.
- Fullfíggjað verkætlan fyriliggur, eins og fíggingin er fingin upp á pláss. Ein spennandi bygningur er teknaður, og um skamma stund verður spakin settur í jørðina, skrivar Helena Dam á Neystabø.